Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum, at svara aftur.
28-11-2016

Eik kærir um sendingina ”Skattamálið”, sum varð send í Kvf 24. mai 2016. Kært verður eisini um tíðindainnsløg í Kringvarpinum við tilknýti til sendingina.

Eik kærir um sendingina ”Skattamálið”, sum varð send í Kvf 24. mai 2016. Kært verður eisini um tíðindainnsløg í Kringvarpinum við tilknýti til sendingina.

Nevndin heldur ikki, at grundarlag er fyri finnast at nøkrum viðurskiftum viðvíkjandi sendingini hjá KvF.

Nevndin viðmerkir tó, at KvF átti at vanda sær eitt sindur betri um orðavalið, tí KvF í einstøkum førum í sendingini rekur framundir, at EIK við snildum hevur fingið TAKS at játta teimum ein frádrátt. Miðlarnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til rættin hjá EIK til frádráttin, ella um EIK tilvitað hevur tikið frádráttin av órøttum, áðrenn hetta veruliga er staðfest, men grundarlag er hjá miðlunum at seta spurnartekin við hetta. Víst verður til prinsippið um, at ongin er sekur áðrenn hann er dømdur, som framgongur av leiðreglu 4.5. Tann støða, sum leiðregla 4.5 beinleiðis fevnir um, er tó ikki relevant í hesum máli.

Vísandi til omanfyri standandi metir nevndin, at grundarlag ikki er fyri at geva KvF átalu viðvíkjandi sendingini ”Skattamálið”.

Tú kann lesa avgerðina her